Navnið Zarepta

Navnið Zarepta er tikið úr 1. Kongabók 17: 7-24 og hevur ein serligan týdning. Hungursneyð var í Ísrael og var

profeturin Elias sendur av Gudi til einkjuna í Zarepta. Hon átti einki eftir og var tí í ferð við at fyrireika seinastu

máltíðina til seg og einasta son sín, tá gudsmaðurin Elias kom til hennara og bað hana gera sær eina máltíð til.

Men hóast hon bert hevði ”ein neva av mjøli eftir í krukkuni og eitt sindur av olju í krússinum”, so trúði hon

lyftinum frá Harranum, at ”mjølkrukkan ikki skuldi verða tóm, og oljan ikki verða uppi í krússinum – eftir orðinum,

ið Harrin hevði talað við Eliasi”.

Rúmið, har maturin verður goymdur á Zarepta, hevur av fyrstum og til henda dag verið nevnt ”Krukkan” – júst fyri at

minna á, at tað sum hendi einkjuni í Zarepta, eisini kann henda í dag.Av fyrstum var stórur dentur legdur á bønina í

sambandi við matin til Zarepta. - Konur, sum hava hjálpt til í køkinum hava sagt frá hendingum, tá matur manglaði.

Heldur enn at fara í handilin at keypa, so savnaðust hjálparfólkini til bøn, har tey kallaðu á Harran – og Harrin svaraði

bønini og sendi teimum tað, ið tørvaði.

Í dag verður nakað meir keypt inn enn fyrr, men framvegis er tað soleiðis í ”Krukkuni”, at hvørja ferð gávurnar koma

vestur, verða tær lagdar á gólvið í Krukkuni. Síðani savnast starvsfólkið í køkinum inni í Krukkuni uttan um gávurnar,

at takka Harranum fyri Hansara ríku gávur, áðrenn tær verða lagdar á pláss.