Tekning til ungdóms- og summarlegurnar 2026 er byrja

Frá mikudegnum 1. apríl byrjar tekningin til ungdómslegurnar og summarlegurnar í Zarepta.

Eins og undanfarin ár síggja vit fram til nakrar læruríkar, signaðar og spennandi legur.

Tekna teg í góðari tíð fyri at tryggja tær pláss á leguni, tú ynskir at fara á.

Tekna til við at trýsta her ella á leinkjuna "Tekning til legur" í vinstru síðu.

Vit gleða okkum til at síggja tykkum vesturi í Zarepta.