Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar

Telefon:
Leguluttakarar 216140
Starvsfólk 284040

 Skrivstovan 332140
Teldupost: zarepta(at)zarepta.fo


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

Tekning til familjulegur 2021

Tekningin til familjulegurnar byrjar hósdagin 15. apríl kl. 18.00

Leinkja til tekningarsíðuna verur løgd út her. Tekna til við at trýsta her!
Um tú ert á hesi síðuni áðrenn kl. 18, minst so til at heinta síðuna av nýggjum eftir kl. 18 (Trýst á Reload knappin ) fyri at síggja leinkjuna til tekningarsíðuna.

Í ár eru nøkur serlig viðurskifti galdandi orsakað av koronu:

  • Tað er ikki møguligt at hava gestabørn við á familjulegu í ár.
  • Fólk, sum hava krím ella onnur eyðkenni fyri koronu, kunnu ikki koma á familjulegu.
  • Verða fólk sjúk við koronueyðkennum á leguni, má familjan fara heim beinanvegin.
  • Heitt verður á leguluttakarar um ikki at ferðast aftur og fram, men at vera á leguni frá byrjan til enda.
  • Teknast kann bara til eina legu.

Legurnar byrja fyrsta legudag kl. 18 og enda við nátturða/hugnaløtu síðsta legudag.