Zarepta várið og summarið 2021
Vatnsoyrar, mars 2021
Sum vit søgdu frá í februar, skuldi endalig støða takast eftir páskir, um summarlegur verða í Zarepta í ár.
Eftir fund í vikuni við Pál Weihe, yvirlækna og ráðgeva í koronu spurningum, eru vit komin til ta niðurstøðu, at vit bæði kunnu hava familjulegur og summarlegur í 2021.
Hetta gleðast vit um og takka Harranum fyri, at støðan við koronu er so góð í løtuni.
Nærri kunning, um nær legurnar verða og um tilmelding, verður í fjølmiðlunum og á heimasíðuni hjá Zarepta.
Gleðiligar páskir og Harrin signið tykkum øll.
Vegna Zarepta
Jákup N. Olsen