Lata matvørur 2019
1. mai 2019
Kæru náðisystkin.
Takk fyri tað stóra trúfesti, sum tit vísa í verkinum í Zarepta.
Nú nærkast tíðin tá familju- og summarlegurnar byrja, og er tað okkum ein stór gleði at kunna skriva og geva tykkum høvi til at lata vørur til arbeiðið í Zarepta í enn eitt summar.
Vit takka Gudi fyri tykkum øll, sum nú í mong ár hava verið við í hesi týdningarmiklu tænastu við at senda bakivørur og aðrar vørur til legurnar.
Í sambandi við familjulegurnar letur hvørt øki vøru til eina familjulegu í part.
Soleiðis verður koyrt út til samkomurnar eftir vøru:
Familjulegurnar:
Koyrt verður niðanfyri nevndu dagar til hesar samkomur, har vøran skal verða innlatin í seinasta lagi kl. 14:00:
Mánadagin 20. mai |
Vøra til familjulegu 1: Saron á Viðareiði, Hermon í Norðdepli og Betesda í Klaksvík.
|
Leygardagin 25. mai
|
Vøra til familjulegu 2: Hebron í Leirvík, Siloa í Fuglafirði og Filadelfia í Gøtu.
|
Leygardagin 1. juni |
Vøra til familjulegu 3: Nebo á Toftum, Berøa í Runavík, Elim í Søldarfirði og Nerija á Skála.
|
Leygardagin 8. juni |
Vøra til familjulegu 4: Mizpa á Eiði, Zion í Kollafirði, Nazaret í Kaldbak og Kedron í Sørvági.
|
Leygardagin 15. juni |
Vøra til familjulegu 5: Marknagil og Ebenezer í Tórshavn, Lívdin í Hoyvík og Hebron á Argjum. (Bilurin koyrir til hølini úti á Fløtum í Havn og til Lonina í Hoyvík. Heitt verður á samkomurnar um at savna vørurnar har.)
|
Leygardagin 22. juni |
Vøra til familjulegu 6: Vitnið í Hvalba, Salem á Tvøroyri, Betania í Porkeri, Bethel í Vági. |
Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at bilurin kemur út til so nógvar av samkomunum, sum tilber. Tó letur hetta seg ikki gera í øllum førum, og í onkrum førum eru avtalur gjørdar um at hava felags móttøkustað fyri nakrar samkomur. Um so er, at onkur samkoma ynskir hetta broytt, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, so vit kunnu gera tær broytingar, sum ynski er um, og sum lata seg gera.
Summarlegurnar:
Eftir hetta byrjar tann regluliga koyringin eftir vørum til summarlegurnar, og tá verður farið aftur til at koyra týsdagar norðureftir, mikudagar suðureftir og ávísar hósdagar til Suðuroyar. Byrjað verður týsdagin 2. juli og endað týsdagin 13. august.
Norðoyggjar:
|
Vøran eigur at vera inni á hesum støðum kl. 10.00 týsdag: Á Viðareiði: Saron. Í Norðdepli: Hermon. Í Klaksvík: Betesda. |
Eysturoy:
|
Vøran eigur at vera inni á hesum støðum kl. 12.00 týsdag: Í Leirvík: Hebron. Í Fuglafirði: Siloa. Í Gøtu: Filadelfia. Í Søldafirði: Elim. Í Runavík: Berøa. Á Toftum: Nebo. |
Til hesi støð í Eysturoynni koyrir bilurin ikki hvørja viku, men hesar týsdagar: 16. juli, 30. juli & 13. august: Á Skála: Nerija Á Eiði: Mizpa. - nevndu dagar eigur vøran at vera inni kl. 12.00. |
|
Norðstreymoy:
|
Vøran eigur at vera inni á hesum staði kl. 13.00 týsdag: Kollafjørður: Zion |
Suðurstreymoy
|
Vøran frá Marknagil í Tórshavn, Ebenezer í Tórshavn, Lívdin í Hoyvík, Hebron á Argjum eigur at vera inni á hesum støðum kl. 17.30 mikudag: Tórshavn: Úti á Fløtum. Hoyvík: Lívdin, Vegurin Langi 11
Til hetta stað í Suðurstreym koyrir bilurin ikki hvørja viku, men hesar mikudagar: 10. juli, 24 juli & 7. august - nevndu dagar eigur vøran at vera inni kl. 17.30: Kaldbak: Nasaret |
Suðuroy:
|
Til hesi støð í Suðuroynni koyrir bilurin ikki hvørja viku, men hesar hósdagar: 4. juli, 25. juli & 8. august - nevndu dagar eigur vøran at vera inni kl. 11.30: Hvalba: Vitnið. Tvøroyri: Salem. Porkeri: Betania. Vágur: Bethel. |
Vit eru takksom, um tit kunnu skipa soleiðis fyri, at onkur átekur sær at minna á, hvørja ferð, bilurin kemur. Eisini ber til at margfalda brævið, so tey, ið hava áhuga, kunnu fáa eitt eintak.
Tey, sum ynskja at vera við í hesum verki, men eru á staði, har vøra ikki verður avheintað, eru vælkomin at seta seg í samband við okkum, so skipað kann verða fyri flutningi.
Ynskir onkur at lata pening í staðin fyri mat, ber til at flyta peningin inn á konto hjá Zarepta í Bank Nordik: 6460 1566662 og viðmerkja ”til køkin”.
Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til Zarepta á tlf. 332140 ella til Rutt V. Olsen á 287600.
Vegna ZAREPTA
Vinarliga,
Jens Bech, Jákup N. Olsen og Maria á Lakjuni Simonsen