Vegleiðing til foreldur og børn 2018

Tað er okkum ein gleði at bjóða tær á legu. Vit hava gjørt okkara besta og vóna, at tað verður ein signingarrík og ógloymandi lega, vit fara at hava saman.

 

Hvat tú skalt hava við?

• Bíbliu, blýant og skrivibók.

• Klæði, ið eru sámulig og hóskandi til leguna.

• Regnklæði, styvlar og spæliskógvar.

• Dýnuvár, koddavár og lak.

• Svimjiklæði. Svimjiring um neyðugt. Ikki baðihandklæði, tí reint fæst hvønn dag.

• Tannbust, sjampo v.m.

• Navn á øllum klæðum og skóm.

 

Avboð

Av tí at tað ofta er bíðlisti til legurnar, heita vit á teg um beinanvegin at siga okkum frá, um tú ikki kanst koma.

 

Ferðing

Tíðir fyri fráferð, heimferð og ábyrgdarfólk sæs við at velja "Ferðing summarlegur" í valmyndini í vinstru síðu.

• Tey, ið ferðast við skipi, fáa ferðaseðil, áðrenn farið verður umborð.

• Merk viðførið við tíni egnu adressu og adressuni hjá Zarepta.

• Eitt vaksið fólk ferðast við hvørjum liði av Tvøroyri.

 

Peningur

Kostnaðurin fyri leguna stendur í brævinum um at tú er sloppin á legu. Kostnaðurin kann eisini síggjas her.

Legugjaldið skal flytast fyri hvørt barnið sær eina viku áðrenn legubyrjan og kvittan havast við á legu.

Ferðakostnaðurin er roknaður upp í legugjaldið.

Tey, ið mugu gjalda ein part av ferðini, fáa peningin afturgoldnan í Zarepta við at vísa kvittan.

Tey, ið ferðast aðrar tíðir, enn Zarepta skipar fyri, gjalda sjálv ferðina.

Lummapeningur er ikki íroknaður legugjaldið. Á legu 4-8 er lummapeningurin kr. 20,00 um dagin.

Allur peningurin verður latin liðleiðaranum við legubyrjan.

 

Systkinaavsláttur

Fyrsta barnið skal gjalda fult, annað og triðja fáa kr. 75,- í avsláttri. Fjórða, fimta o.s.fr. gjalda einki legugjald.

 

"HINI"

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri innsavning til "HINI" (Hini merkir øll onnur børn í heiminum).

Aftur í ár fer innsavnaði peningurin til barnalegur í Ukraina.

 

Telefon

Vit heita á foreldrini um ikki at ringja til børnini, uttan tað er neyðugt. Ynskir barnið at ringja heim, kann tað venda sær til liðleiðaran. Hevur leguluttakarin telefon við, verður hon við legubyrjan latin liðleiðaranum í varðveitslu.

 

Sjúka og aðrir trupulleikar

Skal barn hava heilivág á leguni, skulu foreldrini geva leiðsluni skrivliga frágreiðing.

Sendið ikki børn á legu, sum hava smittandi sjúku ella verða viðgjørd fyri eitthvørt smittandi.

Foreldur at børnum, ið kunnu gera seg vát um náttina ella ganga í svøvni, verða biðin um at siga okkum frá hesum skrivliga ella við at ringja. - Vit hjálpa børnunum og taka neyðug stig til, at onnur ikki varnast trupulleikan.

 

Endamálið við summarlegunum er

1. at vinna børn og ung fyri Kristus

2. at styrkja børn og ung í trúnni á Kristus

3. at fremja gott samanhald millum luttakararnar á legunum

4. at spæla og venja likamið

5. at leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur, eitt nú:

• at vera ásettum reglum Iýðin

• at fremja siðiliga atferð

• at verja og virða nátturuna eins og mentanarvirði.

 

Viðtøkur fyri Zarepta

Tað er ikki loyvt:

• at roykja á leguni.

• at hava bøkur, bløð, spøl og annað, ið ikki fremur endamálinum við leguni.

• at hava MP3 spælara, iPod og rulluskoytur/-skógvar við.

• at brúka tyggigummi á leguni.

 

Áheitan

Kæru foreldur, hjálpi okkum! Greiðið sjálv børnunum frá innihaldinum í brævinum. Tað lættir um hjá liðleiðaranum.

At enda takka vit øllum, sum hava litið okkum børn síni upp í hendur. Vit vilja gera okkara besta at røkja hetta starv til Guds æru og børnunum til signingar.

ZAREPTA

Vegleiðing til foreldur og børn 2019

Tað er okkum ein gleði at bjóða tær á legu. Vit hava gjørt okkara besta og vóna, at tað verður ein signingarrík og ógloymandi lega, vit fara at hava saman.

 

Hvat tú skalt hava við?

• Bíbliu, blýant og skrivibók.

• Klæði, ið eru sámulig og hóskandi til leguna.

• Regnklæði, styvlar og spæliskógvar.

• Dýnuvár, koddavár og lak.

• Svimjiklæði. Svimjiring um neyðugt. Ikki baðihandklæði, tí reint fæst hvønn dag.

• Tannbust, sjampo v.m.

• Navn á øllum klæðum og skóm.

 

Avboð

Av tí at tað ofta er bíðlisti til legurnar, heita vit á teg um beinanvegin at siga okkum frá, um tú ikki kanst koma.

 

Ferðing

Tíðir fyri fráferð, heimferð og ábyrgdarfólk sæs við at velja "Ferðing summarlegur" í valmyndini í vinstru síðu.

• Tey, ið ferðast við skipi, fáa ferðaseðil, áðrenn farið verður umborð.

• Merk viðførið við tíni egnu adressu og adressuni hjá Zarepta.

• Eitt vaksið fólk ferðast við hvørjum liði av Tvøroyri.

 

Peningur

Kostnaðurin fyri leguna stendur í brævinum um at tú er sloppin á legu. Kostnaðurin kann eisini síggjas her.

Legugjaldið skal flytast fyri hvørt barnið sær eina viku áðrenn legubyrjan og kvittan havast við á legu.

Ferðakostnaðurin er roknaður upp í legugjaldið.

Tey, ið mugu gjalda ein part av ferðini, fáa peningin afturgoldnan í Zarepta við at vísa kvittan.

Tey, ið ferðast aðrar tíðir, enn Zarepta skipar fyri, gjalda sjálv ferðina.

Lummapeningur er ikki íroknaður legugjaldið. Á legu 4-8 er lummapeningurin kr. 20,00 um dagin.

Allur peningurin verður latin liðleiðaranum við legubyrjan.

 

Systkinaavsláttur

Fyrsta barnið skal gjalda fult, annað og triðja fáa kr. 75,- í avsláttri. Fjórða, fimta o.s.fr. gjalda einki legugjald.

 

"HINI"

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri innsavning til "HINI" (Hini merkir øll onnur børn í heiminum).

Aftur í ár fer innsavnaði peningurin til barnalegur í Ukraina.

 

Telefon

Vit heita á foreldrini um ikki at ringja til børnini, uttan tað er neyðugt. Ynskir barnið at ringja heim, kann tað venda sær til liðleiðaran. Hevur leguluttakarin telefon við, verður hon við legubyrjan latin liðleiðaranum í varðveitslu.

 

Sjúka og aðrir trupulleikar

Skal barn hava heilivág á leguni, skulu foreldrini geva leiðsluni skrivliga frágreiðing.

Sendið ikki børn á legu, sum hava smittandi sjúku ella verða viðgjørd fyri eitthvørt smittandi.

Foreldur at børnum, ið kunnu gera seg vát um náttina ella ganga í svøvni, verða biðin um at siga okkum frá hesum skrivliga ella við at ringja. - Vit hjálpa børnunum og taka neyðug stig til, at onnur ikki varnast trupulleikan.

 

Endamál

Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds.

Vit ynskja at geva børnum og ungum eina góða uppliving saman í tryggum umhvørvi við spæli og fjølbroyttum ítrivi.

Eisini ynskja vit, at tey mennast innan karmarnar fyri góðari samveru millum menniskju: At vera ásettum reglum lýðin, at bera seg siðiliga at og at virða hvør annan.

Dentur verður eisini lagdur á at sýna náttúru- og mentanarvirðum ans.

 

Viðtøkur fyri Zarepta

Tað er ikki loyvt:

• at roykja á leguni.

• at hava bøkur, bløð, spøl og annað, ið ikki fremur endamálinum við leguni.

• at hava MP3 spælara, iPod og rulluskoytur/-skógvar við.

• at brúka tyggigummi á leguni.

 

Áheitan

Kæru foreldur, hjálpi okkum! Greiðið sjálv børnunum frá innihaldinum í brævinum. Tað lættir um hjá liðleiðaranum.

At enda takka vit øllum, sum hava litið okkum børn síni upp í hendur. Vit vilja gera okkara besta at røkja hetta starv til Guds æru og børnunum til signingar.

ZAREPTA

Ferðing Summarlegur 1 til 8 2018

 

Frá Zarepta

Norðoyggjar,

Leirvík,

Fuglafjørður,

Gøta,

Glyvrar og úteftir,

Skipanes og Søldarfjørður,

Selatrað - Skálafjørður og Funningsbotnur,   

Oyndarfjørður,

Norðureysturoy/-streymoy og Eiði,

Kollafjørður,

Vestmanna og Kvívík:

 

 

 

 

 

 

 

Fara við bussi úr Zarepta umleið kl. 09.15

 

 

 

 

 

Vágarnar:

Kunnu heintast í Zarepta kl. 09:00

Tórshavn,
Suðurstreymoy,
Kaldbak,
Nólsoy: 

Bussarnar koyra frá Zarepta kl. 8:45.
Bussarnir og viðførisbilurin koyra beinleiðis til parkerings-økið við Posta á Óðinshædd og verða har um kl. 9:30

Sandoy og Skúvoy:

Bussarnar koyra frá Zarepta kl. 8:45 til parkerings-økið við Posta á Óðinshædd.
Sandoyar- og skúvoyarbørn verða koyrd av Óðinshædd til Gomlurætt, har Teistin fer suður: 
Lega 1: Sunnudag kl. 11:15
Lega 2 - 5: Leygardag kl. 11:15
Lega 6: Fríggjadag  kl. 11:15
Lega 7: Mikudag  kl. 11:15
Lega 8: Sunnudag  kl. 11:15

Suðuroy:

Lega 1 sunnudag 01.07: fara við bussi kl. 08:45 og koyrd til Smyril, sum fer suður kl. 11:00

Lega 2 – 5 leygardag: verða heintað í Zarepta kl. 06:00 og koyrd til Smyril, sum fer suður leygardagar kl. 07:00

Lega 6 fríggjadagin 03.08: verða heintað kl. 11:30 til Smyril, sum siglir suður kl. 13:00
Lega 7 mikudagin 08.08: fara tey av Zarepta kl. 07:30 og koyrd til Smyril, sum siglur suður kl. 08:30
Lega 8 sunnudagin 12.08: fara við bussinum kl. 08:45 og suður við Smyrli kl. 11:00

Uttan fastan bústað í Føroyum

Kunnu heintast í Zarepta kl. 09:00

 

 

Til Zarepta

Norðoyggjar:

Lega 1: Bussur fer av parkeringsøkinum við Betesda kl. 16:45

Lega 2-8: Bussur fer av parkeringsøkinum við Betesda kl. 15:15

Leirvík:

Lega 1: Bussur fer frá Magn støðini í Gøtudalikl. 16:30

Lega 2-8: Bussur fer frá Magn støðini í Gøtudalikl. 15:00

Fuglafjørður:

Lega 1: Bussur fer frá Siloa kl. 16:25

Lega 2-8: Bussur fer frá Siloa kl. 14:55

Gøta:

Lega 1: Bussur fer frá Magn støðini í Gøtudali kl. 16:30

Lega 2-8: Bussur fer frá Magn støðini í Gøtudali kl. 15:00

Glyvrar og úteftir:

Lega 1: Bussur fer frá Berøa kl. 16:45

Lega 2-8: Bussur fer frá Berøa kl. 15:15

Skipanes og Søldarfjørður:

Lega 1: Bussur fer frá Elim kl. 16:50

Lega 2-8: Bussur fer frá Elim kl. 15:20

Selatrað - Skálafjørður og Funningsbotnur:    

Lega 1: Bussur fer frá steðgiplássinum í Skálabotni kl. 17:00

Lega 2-8: Bussur fer frá steðgiplássinum í Skálabotni kl. 15:30

Oyndarfjørður:

Lega 1: Verða heintað kl. 17:00

Lega 2-8: Verða heintað kl. 15:30

Norðureysturoy/-streymoy og Eiði:

Lega 1: Bussur fer frá Magn-støðini við Streymin kl. 17:15

Lega 2-8: Bussur fer frá Magn-støðini við Streymin kl. 15:45

Kollafjørður:

Lega 1: Bussur fer frá steðgiplássinum við Sjógv kl. 17:30

Lega 2-8: Bussur fer frá steðgiplássinum við Sjógv kl. 16:00

Vestmanna og Kvívík:

Lega 1: Bussur fer frá Effo-støðin í Kollafjarðardali kl. 17:35

Lega 2-8: Bussur fer frá Effo-støðin í Kollafjarðardali kl. 16:05

Vágarnar og uttan bústað í Føroyum:

Lega 1: Møta í Zarepta kl. 18:00

Lega 2-8: Møta í Zarepta kl. 17:00

Tórshavn, Suðurstreymoy, Kaldbak og Nólsoy:

Lega 1: Bussarnir fara frá parkeringsøkinum við Posta á Óðinshædd kl. 17:30

Lega 2-8: Bussarnir fara frá parkeringsøkinum við Posta á Óðinshædd kl. 16:00

Sandoy og Skúvoy:

Lega 1: Við TEISTANUM úr Skopun kl. 16:35

Lega 2-8: Við TEISTANUM úr Skopun kl. 14:00

Verða móttikin á Gomlurætt og koyrd til bussin á Óðinshædd

Suðuroy:

 

Lega 1: Týsdag. Við SMYRLI av Drelnesi kl. 15:30

Lega 2 - 6: Sunnudag. Við SMYRLI av Drelnesi kl. 08:30

Lega 7: Leygardag. Við SMYRLI av Drelnesi kl. 09.30

Lega 8: Hósdag. Við SMYRLI av Drelnesi kl. 11.00

Hesi fara beinleiðis í bussin hjá AP Busskoyring við Farstøðina
og koyrd beinleiðis til Zarepta.

Uttan fastan bústað í Føroyum:

Lega 1: Møta í Zarepta kl. 18:00

Lega 2: Møta í Zarepta kl. 17:00

 

 

Ábyrgdarfólk

Ábyrgdarfólk kring landið, sum tit kunnu ringja til við ivaspurningum, eru:

Norðoyggjar: Anfinn Isaksen

565630

Fuglafjørður: Terji á Lakjuni

530055

Leirvík:

Eiler Hansen

238040

Gøta: Amaliel S. Jacobsen

441700/221716

Søldarfjørður og Skipanes: Óli Wolles

442031/742031

Glyvrar og úteftir: Andras Rasmussen

747404/214570

Selatrað - Skálafjørður og Funningsbotnur  Jens Bech

287840

Oyndarfjørður: Árni Joensen

444540/744540/224540

Eiði: Niels Emil Andreasen

213561/423271

Kollafjørður: Birna Gunnarsson

421567/232121

Tórshavn: Poli Vang

214992

Tórshavn: Róin Mellemgaard

211920

Tórshavn: Eilev Lindberg

270528

Tórshavn: Páll Mikkelsen

594251

Vestmanna og Kvívík: Hildigunn Garðalíð

424266/252729

Sandoy og Skúvoy: Evie Warner

361077/261625

Suðuroy:

Hanna Sørensen
Rósa Thomsen

267807
571042

Vágarnar:  

332140

Zarepta:  

332140

 

Leguprísir 2019

 

Lega fyri fólk, ið bera brek:  
 Børn 0 - 5 ár Verur dagført
 Børn 6 - 14 ár Verur dagført
 Vaksin Verur dagført
 Foreldur við børnum Verur dagført
   
Summarlegur:  

 Summarlega I – 16-17 ár

kr. 720,-

 Summarlega II – 15 ár

kr. 710,-

 Summarlega III – 14 ár

kr. 690,-

 Summarlega IV – 13 ár

kr. 660,-

 Summarlega V – 12 ár

kr. 650,-

 Summarlega VI – 11 ár

kr. 610,-

 Summarlega VII – 10 ár

kr. 510,-

 Summarlega VIII – 9 ár

kr. 460,-

 Systkina avsláttur:

 Um fleiri systkin koma á legu verður avsláttur latin.

 Fyrsta barnið rindar fult legugjald.

 Fyri annað og triðja barnið verða kr. 75,- drignar frá fyri hvørt.

 Fjórða, fimta osfr. rinda onki legugjald.

 

 

 

Familjulegur:

 

 Mamma ella pápi við einum barni undir skúlaaldri

kr. 1.300,-

 Mamma ella pápi við tveimum børnum undir skúlaaldri

kr. 1.400,-

 Mamma ella pápi við trimum børnum undir skúlaaldri

kr. 1.500,-

 Foreldur við einum barni undir skúlaaldri

kr. 1.800,-

 Foreldur við tveimum børnum undir skúlaaldri

kr. 1.900,-

 Foreldur við trimum børnum undir skúlaaldri

kr. 2.000,-

 Børn í skúlaaldri og gestabørn - fyri allar dagarnar

kr. 400,-

 Børn í skúlaaldri og gestabørn - fyri bert vikuskifti

kr. 250,-

   
Prísir fyri familjulegu 7:

 

 Mamma ella pápi við einum barni undir skúlaaldri

kr. 650,-

 Mamma ella pápi við tveimum børnum undir skúlaaldri

kr. 700,-

 Mamma ella pápi við trimum børnum undir skúlaaldri

kr. 750,-

 Foreldur við einum barni undir skúlaaldri

kr. 800,-

 Foreldur við tveimum børnum undir skúlaaldri

kr. 850,-

 Foreldur við trimum børnum undir skúlaaldri

kr. 900,-

 Gestabørn

kr. 300,-

 

 

Bíbliuskeið:  

 Hjún

kr. 1.800,-

 Støk

kr. 900,-

 

 

Lega fyri 18 ár og eldri

kr. 525,-

Mansstevna

kr. 600,-

Kvinnustevna

kr. 600,-

Hjúnastevnur

kr. 1.100,-

Heystlega (15-17 ár)

kr. 550,-