Lata matvørur 2026
13. apríl 2026
Kæru náðisystkin
Takk fyri tað stóra trúfesti, sum tit vísa í verkinum í Zarepta.
Nú nærkast tíðin tá familju- og summarlegurnar byrja, og er tað okkum ein stór gleði at kunna skriva og geva tykkum høvi til at lata vørur til arbeiðið í Zarepta í enn eitt summar.
Vit takka Gudi fyri tykkum øll, sum nú í mong ár hava verið við í hesi týdningarmiklu tænastu við at senda bakivørur og aðrar vørur til legurnar.
Í sambandi við familjulegurnar, letur hvørt øki vøru til eina familjulegu í part. Tað eru 8 familjulegur, so vit velja at senda vøru til familjulegu 4 og 5 saman, soleiðis at tað gongur upp.
Soleiðis verður koyrt út til samkomurnar eftir vøru:
Familjulegurnar:
Vøran skal verða innlatin í seinasta lagi kl. 18:00 leygardagar.
Fríggjadagin 16. apríl 2026:
Hebron í Leirvík, Siloa í Fuglafirði og Filadelfia í Gøtu. (Familjulega 1)
Hósdagin 23. apríl 2026:
Saron á Viðareiði, Hermon í Norðdepli og Betesda í Klaksvík. (Familjulega 2)
Hósdagin 7. mai 2026:
Mizpa á Eiði, Zion í Kollafirði, Nazaret í Kaldbak og Kedron í Sørvági. (Familjulega 3)
Hósdagin 14. mai 2026:
Nebo á Toftum, Berøa í Runavík, Elim í Søldarfirði og Nerija á Skála. (Familjulega 4 og 5)
Fríggjadagin 29. mai 2026:
Vitnið í Hvalba, Salem á Tvøroyri, Betania í Porkeri, Bethel í Vági. (Familjulega 6)
Hósdagin 4. juni 2026:
Lívdin í Hoyvík og Hebron á Argjum. (Familjulega 7)
Hósdagin 11. juni 2026:
Marknagil og Ebenezer í Tórshavn. (Familjulega 8)
Til familjulegurnar koyrir Zarepta bilurin ikki. So tað hevði verið deiligt, um tit sjálv kundu skipað fyri, at fáa vøruna vestur.
Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at bilurin kemur út til so nógvar av samkomunum, sum tilber.
Tó letur hetta seg ikki gera í øllum førum, og í onkrum førum eru avtalur gjørdar um at hava felags móttøkustað fyri nakrar samkomur. Um so er, at onkur samkoma ynskir hetta broytt, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, so vit kunnu gera tær broytingar, sum ynski er um, og sum lata seg gera.
Summarlegurnar 2026:
Eftir hetta byrjar tann regluliga koyringin eftir vørum til summarlegurnar, og tá verður farið aftur til at koyra týsdagar norðureftir, mikudagar suðureftir og ávísar hósdagar til Suðuroyar. Byrjað verður týsdagin 23. juni og endað mikudagin 5. august.
|
Norðoyggjar:
|
Vøran eigur at vera inni á hesum støðum kl. 10.00 týsdag: Á Viðareiði: Saron Í Norðdepli: Hermon Í Klaksvík: Betesda |
|
Eysturoy:
|
Vøran eigur at vera inni á hesum støðum kl. 12.00 týsdag: Í Leirvík: Hebron Í Fuglafirði: Siloa Í Gøtu: Filadelfia Í Søldafirði: Elim Í Runavík: Berøa Á Toftum: Nebo |
|
Til hesi støð í Eysturoynni koyrir bilurin hesar týsdagar: 30. juni, 14. juli & 28. juli: Á Skála: Nerija Á Eiði: Mizpa - nevndu dagar eigur vøran at vera inni kl. 12.00. |
|
|
Norðstreymoy:
|
Vøran eigur at vera inni á hesum staði kl. 13.00 týsdag: Kollafjørður: Zion |
|
Suðurstreymoy
|
Vøran frá Marknagil í Tórshavn, Ebenezer í Tórshavn, Lívdin í Hoyvík, Hebron á Argjum eigur at vera inni á hesum støðum kl. 17.30 mikudag: Hoyvík: Lívdin, Vegurin Langi 11
Til hetta stað í Suðurstreym koyrir bilurin hesar mikudagar: 24. juni, 8. juli & 22. juli - nevndu dagar eigur vøran at vera inni kl. 17.30: Kaldbak: Nasaret |
|
Suðuroy:
|
Til hesi støð í Suðuroynni koyrir bilurin hesar hósdagar: 2. juli, 16. juli & 30. juli - nevndu dagar eigur vøran at vera inni kl. 11.30: Hvalba: Vitnið Tvøroyri: Salem Porkeri: Betania Vágur: Bethel |
Vit eru takksom, um tit kunnu skipa soleiðis fyri, at onkur átekur sær at minna á, hvørja ferð, bilurin kemur. Eisini ber til at margfalda brævið, so tey, ið hava áhuga, kunnu fáa eitt eintak.
Tey, sum ynskja at vera við í hesum verki, men eru á staði, har vøra ikki verður avheintað, eru vælkomin at seta seg í samband við okkum, so skipað kann verða fyri flutningi.
Ynskir onkur at lata pening í staðin fyri mat, ber til at flyta peningin inn á konto hjá Zarepta í Bank Nordik: 6460 1566662 og viðmerkja ”til køkin”.
Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til Siggu Sundstein á 290207 ella til Zarepta á tlf. 332140.
Vegna ZAREPTA
Vinarliga,
Sámal Mikkelsen