Tekning til familjulegur 2021
Tekningin til familjulegurnar byrjar hósdagin 15. apríl kl. 18.00
Leinkja til tekningarsíðuna verur løgd út her. Tekna til við at trýsta her!
Um tú ert á hesi síðuni áðrenn kl. 18, minst so til at heinta síðuna av nýggjum eftir kl. 18 (Trýst á Reload knappin ) fyri at síggja leinkjuna til tekningarsíðuna.
Í ár eru nøkur serlig viðurskifti galdandi orsakað av koronu:
- Tað er ikki møguligt at hava gestabørn við á familjulegu í ár.
- Fólk, sum hava krím ella onnur eyðkenni fyri koronu, kunnu ikki koma á familjulegu.
- Verða fólk sjúk við koronueyðkennum á leguni, má familjan fara heim beinanvegin.
- Heitt verður á leguluttakarar um ikki at ferðast aftur og fram, men at vera á leguni frá byrjan til enda.
- Teknast kann bara til eina legu.
Legurnar byrja fyrsta legudag kl. 18 og enda við nátturða/hugnaløtu síðsta legudag.