Myndasavn

 

Nýggja parkeringsøkið um at verða klárt

 
Nógv virksemi er í Zarepta døgum. Síðsta familjulegan áðrenn summarferiuna er júst liðug, og tað merkir, at síðsta hond nú verður lagt á fyrireikingarnar til barna­ og ungdómslegurnar, ið byrja sunnudagin. Tað er tó ikki bara leguvirksemi, ið eyðkennir Vatnsoyrar í hesum døgum, tí hóast, sum flest øllum kunnugt, arbeiðið uppá nýggja gentubygningin er lagt stilt meðan summarlegurnar eru, so merkir tað ikki, at einki byggivirksemi er í gongd.
 
Í løtuni verður nevniliga arbeitt við at asfaltera og seta nýggj ljós upp á parkeringsplássinum vestanfyri køkin. Væl gongur við arbeiðinum, og um vikuskiftið varð alt økið asfalterað. Vit eru í holt við at gera økið norðanfyri klárt. Fríggjadagin og leygardagin varð tað asfalterað. Útilyktirnar á økinum eru eisini longu gjørdar klárar, og tá økið er liðugt, verður pláss til 80 bilar, sigur Poli Vang, ið er ein teirra, ið hevur ábyrgdina fyri byggiarbeiðinum í Zarepta.
 
Fyrsta ungdómslegan byrjar eisini sunnudagin, men Poli Vang upplýsir, at sjálvt um tað nú er asfalterað, so verður tað ikki tikið í brúk alt fyri eitt. Nei. Teir sum hava gjørt tað, meta at tað er best at bíða til at taka í brúk einaferð í næstu viku, so økið verður stongt tá 16-­17 ára legan byrjar sunnudagin, sigur Poli Vang.
 
Hetta merkir sostatt, at tað verða avmarkaðir møguleikar fyri at seta bilin frá sær á fyrstu ungdómsleguni, men sum vanligt so koyra bussar til og frá leguni, so tað er ikki neyðugt at 
hava bil við.
 
Í myndasavninum vinstrumegin eru nakrar myndir, ið vísa økið áðrenn tað varð asfalterað og aftaná.