Leguskrá

 

Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar

Telefon:
Leguluttakarar 216140
Starvsfólk 284040

 Skrivstovan 332140
Fax 333141
Teldupost: zarepta(at)zarepta.fo


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

12. mai steðgar byggiarbeiðið fyri summarið – byrjar aftur 15. sept.

- Nú familjulegurnar byrja 15. mai, gevast vit við at arbeiða upp á nýggja húsið 12. mai, og so liggur tað stilt til 15. september, tá ið vit byrja aftur, upplýsa Símun Pætur, Poli og Birgir, sum saman við øðrum standa fyri arbeiðnum upp á nýggja húsið í Zarepta.

Hóast ringa veðrið ikki ordiliga hevur hug at sleppa takinum, so er veturin av, og summarið stendur fyri framman.

Í Zarepta merkir hetta, at nú byrjar Zarepta-legurnar aftur. Tann fyrsta, sum er legan fyri tey, ið bera brek, hevur longu verið, og nú, fríggjadagin 15. mai,  byrjar leguvirksemið av álvara, tí tá byrjar tann fyrsta av 6 familjulegum, sum verða út í eitt til síðst í juni, tá ið ungdóms- og barnalegurnar taka við.

Fyri byggiarbeiðið merkir hetta, sum nevnt, at tað verður lagt stilt fyri summarið, meðan leguvirksemið er upp á tað hægsta.

 

Seks nýggj kømur eru liðug

Tað eru teir tríggir, Poli Vang, Birgir Andreasen og Símun Pætur á Torkilsheyggi, sum vegna nevndina fyri Zarepta hava ábyrgdina av hesum stóra útbyggingararbeiði, og nú veturin er av, lata teira bara væl at úrtøkuni.

- Vit hava arbeitt uppá gentukømurini og miðhæddina síðan síðsta heyst. Báðar hæddirnar eru komnar væl ávegis, og seks av gentukømurinum eru klár. Gentuliðini fara tó ikki at flyta í  nýggju kømurini, fyrr enn øll eru liðug, og tí verða hesi seks lidnu kømurini einans brúkt av  starvsfólkum – einamest sum  avloysing fyri smátturnar, ið nú eru seldar.

 

Vóna at  asfaltera parkeringsøkið

- Eisini er kloakkin til nýggja húsið íbundin og takrennurnar við. Tað nýggja fýrrúmið er eisini liðugt, og gólvvarmin sær út til at rigga væl. Brandtrappan frá gentugongini norðureftir er eisini sett upp.

- Í løtuni verður grótgarður laðagur móti markinum til bóndan, brunnar verða settir í túnið, og alt økið til parkering verður planerað. Vit vóna at fáa asfalterað so skjótt, sum til ber.

 

Arbeiðssetningurin í heyst

Upp á fyrispurning, hvat næsta málið fyri byggiarbeiðið er, svara teir tríggir – Poli, Birgir og Símun Pætur – at tá ið byggiarbeiðið byrjar aftur í heyst, verður arbeiðssetningurin hesin:

1 – at fáa loftshæddina lidna

2 – at fáa miðhæddina lidna

3 – at binda húsini saman og

4 – at fáa gjørt gólvið í kjallarahæddini.

- Vit eru takksamir fyri øll, sum hava givið seg til HARRAN í hesum arbeiði í vetur, og biðja eftir, at vit kunnu møta uppaftur við nýggjum kreftum og nýggjum móti í heyst.