Leguskrá

 

Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar

Telefon:
Leguluttakarar 216140
Starvsfólk 284040

 Skrivstovan 332140
Fax 333141
Teldupost: zarepta(at)zarepta.fo


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

Nú verður arbeitt í nýggja húsinum

Arbeiðið í nýggja húsi í Zarepta er av álvara í gongd, har teir í løtuni fáast við ventilatións- og el-arbeiðið. Arbeitt verður týsdag, fríggjadag og leygardag.

Tað er ein stórur bygningur, sum skal hýsa gentuliðunum á summarlegunum, spælihøll og seinni svimjihyli, og tí er tørvur á nógvum hondum at taka lut í stóra arbeiðnum, sum skal fáast frá hondini.

Fyrsta leygardagin í oktober – meðan tann seinna hjúnalegan varð hildin – stukku vit inn á gólvið við myndatólinum, har menn og dreingir í ymsum aldrum arbeiddu hugaliga.

Myndirnar kunnu síggjast við at trýsta her!

Arbeitt verður týsdag, fríggjadag, og leygardag.

Í bygginevndini eru Napoleon Vang, tlf. 214992, Símun Pætur á Torkilsheyggi, tlf. 747111, og Birgir Andreasen, tlf. 554680.

Síðan hava hesir persónar ábyrgdina av ymisku arbeiðsøkjunum:

Timburarbeiði: Heine Heinesen, tlf. 215213 og Eskild Norðbúð, tlf. 554001.

Ventilatión, hitaverk og vatn: Dávur Holm Jacobsen, tlf. 517031 og Magnus Kristiansen, tlf. 730061.

El-arbeiði: Poul á Dul Olsen, tlf. 281911.

Málaraarbeiði: Pauli Olsen, tlf. 219299.

Tørvur er eisini á fólki til køkin týsdagar og teir fríggjadagar og leygardagar, tá ið lega ikki er í vikuskiftinum.

Um tú hevur áhuga í at hjálpa til við onkrum arbeiði, ert tú hjartaliga vælkomin at kontakta omanfyri nevndu persónar. Bakstur kemur væl við.