Myndasavn

 

Tunnilsdagin sýnir Zarepta fram nýggju bygningarnar

Nú er byggingin av nýggju bygningunum í Zarepta í Vatnsoyrum komin so langt, at bjóðað verður inn at síggja og uppliva nýggju umstøðurnar leygardagin 7. desember frá kl. 13 til 16 í sambandi við, at tað er ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.

Leygardagurin 7. desember er tunnilsdagur, og hetta høvið vilja vit nýta til at vísa bygningarnar fram frá kl. 13.00 til 16.00.

Bygningarnir eru nú innilokaðir, og er ætlanin at fara undir at gera partar lidnar til legurnar komandi summar.

Byggiarbeiðið, sum higartil er gjørt, er ómetaliga stórt og umfatandi, og vit eru HARRANUM takksom, at Hann hevur latið tað eydnast so væl í øllum lutum.

Tað er okkum ein stór gleði at bjóða tykkum vestur í Zarepta, og vóna vit, at eingin setist aftur, men at tit koma fjølment vestur at síggja hesar stóru og snotuligu bygningar, sum koma at hýsa nýggju gentukømurunum, spæli- og ítróttarhøll, svimjihøll, skiftingar- og brúsurúm og fleiri onnur hølir, verður sagt í innbjóðingini.

Á hvørjum ári kemur ein munandi partur av øllum børnum og ungum í landi okkara vestur í Zarepta á legu, har tey hoyra gleðiboðskapin um frelsu og frið við trúgv á Harran Jesus Kristus, og mong eru tey, sum her hava tikið ímóti Harranum Jesusi. 

Hjartaliga vælkomin í Zarepta leygardagin 7. desember millum kl. 13 og 16, har vit eisini bjóða ein drekkamunn, samstundis sum fólk eru tøk at greiða frá arbeiðnum, sum er gjørt, og sum víðari skal fara fram komandi mánaðirnar.