Leguskrá

 

Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar

Telefon:
Leguluttakarar 216140
Starvsfólk 284040

 Skrivstovan 332140
Fax 333141
Teldupost: zarepta(at)zarepta.fo


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

Nýggju bygningarnir í Zarepta verða nú reistir og innilokaðir

- Útbyggingin av Zarepta hevur higartil gingið væl, upplýsa Birgir Andreasen og Poli Vang, sum vegna nevndina fyri Zarepta standa fyri arbeiðnum.

Í vár og í summar er tað fyrireikandi arbeiðið gjørt, sum fevnir um útgrevstur, planering, gerð av parkeringøki, stoyping av fundamentum o.s.fr. Hetta arbeiðið varð liðugt fyrr í summar, og fyri nøkrum døgum síðan komu nakrir menn frá donsku fyritøkuni, sum hevur framleitt elementini, at reisa bygningin og inniloka hann.

- Avtala er gjørd um at seta hesar báðar bygningarnar upp í august og september. Ein sonevndan rábygning, upplýsir Birgir Andreasen.

 - Harafturat kemur arbeiðið at mála, leggja gólv, ljós, hita, alt innbúgv og so framvegis.

Í vikuni tóku Birgir og Poli nakrar myndir av tí, sum higartil er reist av bygningunum. Myndirnar kunnu síggjast í myndasavninum her á heimasíðuni ella við at trýsta HER.