Myndasavn

 

Gongd er komin á sjálvt byggiarbeiðið

Sunnudagin 9. juni 2013 tóku vit nakrar myndir av tí, sum higartil er gjørt og bygt av nýggja svimjihylinum og húsinum til nýggj gentukømur og spælihøll.

 

Myndirnar tala fyri seg, at tað gongur væl við arbeiðnum. Nógvar dugnaligar, sjálvbodnar hendur hava longu tikið eina hond í at stoypa teir fyrstu formarnar, sum nú standa og vísa okkum, hvar hesi nýggju og spennandi húsini koma at standa í mun til restina av bygningunum, sum einaferð verða bygdir saman í eina, samanhangandi bygging.

Tað norðara av nýggju húsunum er tað sonevnda gentuhúsið, har nýggj deild verður innrættað á ovaru hæddini til gentuliðini, meðan ein spælihøll við skiftingarhølum verður í niðaru hæddini. Hitt sunnara húsið er nýggja svimjihøllin, sum verður nakað størri enn tann verandi.

- Í løtuni arbeiða vit á tann hátt, at vit forskalla um vikuskiftini, og so verður stoypt týsdagar, upplýsir Poli Vang, sum er ein av fyristøðumonnunum fyri byggingina.

- Vit kunnu ikki siga annað enn, at arbeiðið higartil hevur gingið væl, og vit eru sera takksamir fyri ta sjálvbodnu hjálp, sum higartil er veitt til arbeiðið.

 

Myndirnar liggja í myndasavninum -> Trýst her!

 

Link: Myndirnar liggja í myndasavninum -> Trýst her!