Myndasavn

 

Útgrevstrararbeiðið gongur eftir ætlan

Tað gongur eftir ætlan við arbeiðnum at grava út fyri nýggju bygningunum, sum í heyst skulu reisast og innilokast í Zarepta.

Elementini til bygningarnar verða framleidd í Danmark, og sambært løgdu løgdu tíðarætlanini koma tey til landið í august mánað, og síðani byrjar arbeiðið at reisa og inniloka rábygningarnar, upplýsir Birgir Andreasen, sum saman við Pola Vang stendur fyri hesum útbyggingararbeiðnum vegna nevndina fyri Zarepta-legurnar.

Veðrið hevur verið so einstandandi gott, og tað hevur sjálvandi gjørt tað høgligt og hugaligt hjá teimum, sum taka sær av arbeiðnum.

Tað er Jóhann Berg, sum grevur út, og fyritøkan K.J.O. Entreprenørar Sp/f í Sørvági tekur sær av lastbilaflutninginum av tilfarinum til og frá. Alt fer fram í góðum samstarvi við okkum, og eru vit sera væl nøgd við teirra arbeiði.

K. J. O. Entreprenørar gróvu út tann fyrsta partin av parkeringsplássinum í fjør summar, og tað arbeiðið var eisini sera væl frágingið, sigur Birgir Andreasen.

Eisini vil eg nevna, at samstarv okkara við lokalu kommunalu myndugleikarnar er sera gott. Eitt nú var Rósa Samuelsen, borgarstjóri, á vitjan hósdagin 21. februar 2013, har vit kunnaðu og samskiftu um umstøðurnar og heildarætlanina.

So vit hava nógv at fegnast um og takka fyri, og vit eru eisini sera spent uppá at fáa hesar nýggju bygningarnar settar upp og innilokaðar í heyst. Eftir hetta kann tað írestandi, sjálvbodna arbeiðið byrja við at gera bygningarnar lidnar, so teir vónandi verða klárir at taka í brúk til summarlegurnar í 2014, sigur Birgir Andreasen.