Vasking 2024

Gev gætur ! - hetta eru dagarnir fyri 2023 - verur skjótt dagført.

 

Kæru systrar og brøður!

 

Summarskráin fyri Zarepta er byrjað, og eins og undanfarin ár er møguleiki at vera við í arbeiðinum at gera reint ímillum legurnar.
Hetta verk hevur ómetaligan týdning fyri okkum, og vit eru takksom fyri, hvussu væl brøður og systrar okkara hava tikið undir við tí.

Vit vilja eisini nýta høvið at takka fyri, at tit tóku so væl undir við høvuðsreingerðini, at alt var so væl frágingið og klárt at byrja summarlegurnar.

 

VASKISKRÁ FYRI ZAREPTA 2023

 
1 Lívdin í Hoyvík 01. juli
2 Ebenezer í Tórshavn 08. juli
3 Zion í Kollafirði og Mizpa á Eiði 15. juli
4 Saron á Viðareiði og Hermon í Norðdepli 22. juli
5 Nebo á Toftum og Berøa í Saltangará 29. juli
6 Hebron á Argjum 04. august
7 Siloa í Fuglafirði 09. august
8 Betesda í Klaksvík 13. august
9 Nazaret í Kaldbak og Nerija á Skála 20. august
10 Elim í Søldarfirði 27. august
11 Marknagil í Hoyvík og Kedron í Sørvági 03. september
12 Filadelfia í Gøtu og Hebron í Leirvík 11. oktober

 

Er okkurt at spyrja um, ber til at ringja til Arnhild Smith, tlf. 580070.

Gott hevði verið, um tit søgdu frá frammanundan, hvussu nógv koma. Tá ið tit koma, setið tykkum í samband við skrivstovuna tlf. 332140.

"Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju." (Kol. 3:23).

 

Vinarliga

vegna Zarepta

Joen Magnus Rasmussen og Arnhild Smith