Vasking 2018

Kæru systrar og brøður!

 

Summarskráin fyri Zarepta er byrjað, og eins og undanfarin ár er møguleiki at vera við í arbeiðinum at gera reint ímillum legurnar.
Hetta verk hevur ómetaligan týdning fyri okkum, og vit eru takksom fyri, hvussu væl brøður og systrar okkara hava tikið undir við tí.

Vit vilja eisini nýta høvið at takka fyri, at tit tóku so væl undir við høvuðsreingerðini og annars tí stóra arbeiði, ið gjørt varð í samband við at fáa alt til reiðar til legubyrjan.

 

VASKISKRÁ FYRI ZAREPTA 2018

 
1 Kollafjørður, Eiði og Ljósá 01. juli
2 Viðareiði og Norðdepil 07. juli
3 Argir 14. juli
4 Vágar og Vestmanna 21. juli
5 Fuglafjørður 28. juli
6 Klaksvík 03. august
7 Tórshavn 08. august
8 Søldarfjørður 12. august
9 Gøta og Leirvík 19. august
10 Marknagil 26. august
11 Hoyvík 02. september
12 Toftir og Runavík 16. september
13 Kaldbak og Skáli 17. oktober

 

Er okkurt at spyrja um, ber til at ringja til Else Djurhuus, tlf. 274954 ella Kirstin Samuelsen, tlf. 444256/224256.

Gott hevði verið, um tit søgdu frá frammanundan, hvussu nógv ið koma.
Tá tit koma, setið tykkum í samband við skrivstovuna á tlf. 332140.

"Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju." (Kol. 3:23).

 

Vinarliga v/ Zarepta

Kirstin Samuelsen         Else Djurhuus