|
LEGAN FYRI ØLL, IÐ BERA BREK Á hvørjum ári síðan 1981 hevur Zarepta skipað fyri familjulegu í vikuskiftinum dýra biðidag fyri øll, ið bera. ST kjósaði 1981 til ár teirra, ið bera brek og heitti á øll lond um at gera okkurt serstakt fyri at stuðla og hjálpa á hesum øki. Føroya Landstýri heitti tá eisini á kirkjur, samkomur og felagsskapir um at skipa fyri tiltøkum til frama fyri øll, sum bóru brek. Hesa áheitan tók Zarepta í álvara, men eftir ynski frá teimum, ið bóru brek, hendi eisini tað gleðiliga, at familjulegan gjørdist eitt árligt áhaldandi tiltak. 1. Lívskarmur fyri alla familjuna. Av tí at familjan er tann mest týðandi og grundleggjandi lívskarmurin í samfelagnum, verður stórur dentur lagdur á, at familjurnar sjálvar mynda leguna og fáa tey evni viðgjørd, sum eftir teirra áskoðan eru hóskandi og átroðkandi. 2. Lega fyri alla familjuna. Ber ein í familjuni brek, ber øll familjan brek, tí vit eru øll fødd sum partur av familjueindini. Tí verður stórur dentur lagdur á, at tey, ið bera brek, fáa eitt væl skipað høvi at bjóða foreldrum, systkjum, avvarðandi, vinum, kenningum og øðrum við á leguna. 3. Trivnaður fyri alla familjuna. Skipað verður fyri fjølbroyttum innihaldi fyri alla familjuna. Á skránni eru fyrilestrar, samtalubólkar, pallborð, andakt, sangur, kvøldsøga, tónleikur, leikvenjing, fimleikur, ríðing, svimjing, rógving, gongutúrar, busstúrar, spæl úti og inni, ítriv og video. |

