Samband
Veðrið
| Lata matvørur 2011 |
|
Vatnsoyrar, juni 2011.
Kæru náðisystkin.
So eru summarlegurnar í Zarepta aftur í hondum, og vilja vit enn einaferð geva tykkum høvi til at lata vørur til arbeiðið. Hjartans tøkk skulu tit hava fyri hjartalag og gávumildi, sum tit í mong ár hava víst í tænastuni við at senda bakivørur og aðrar vørur til legurnar.
Koyringin hjá bussinum til summarlegurnar byrjar týsdagin tann 28. juni, og endar mikudagin tann 10. august.
Kunnu tit skipa soleiðis fyri, at onkur átekur sær at minna á hvørja ferð, bilurin kemur. – Eisini ber til at margfalda brævið, so tey, ið hava áhuga, kunnu fáa eitt eintak. Tey á teimum støðum, har vøra ikki verður avheintað, og sum ynskja at vera við í hesum verki, eru vælkomin at seta seg í samband við okkum, og vilja vit fegin skipa fyri flutningi. Er okkurt, ið tit ynskja at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til Zarepta á tlf. 332140.
Vinarlig heilsan John í Skemmuni, Jens Bech & John Færø.
Brævið kann heintast her í PDF format. |