Vatnsoyrar, 19. juni 2020
Sum áður fráboðað, verða ongar legur í Zarepta í summar vegna koronu.
Tí hava vit valt at skipa fyri tveimum tiltøkum í summar:
- Skipað verður fyri viðlíkahaldsdøgum ávísar dagar í summar.
- Somuleiðis verður møguligt hjá sunnudagsskúlum at skipa fyri uttandura dagstúrum í Zarepta.
Latið verður upp fyri hesum møguleikum í tøttum samskifti við heilsuligu ráðgevingina hjá myndugleikunum. Í samráð við hesa hava vit gjørt eina reglugerð.
Nærri fæst at vita um viðlíkahaldsdagarnar hjá Júst í Túni Vang á tlf. 217715, sum samskipar dagarnar.
Teir sunnudagsskúlar, sum ynskja at koma ein dagstúr til Zarepta, kunnu venda sær til Fríðgerð Rasmussen á tlf. 284040 at fáa nærri kunning og avtala ein dag.
Dagstúrurin er ókeypis, men samkomur, sum senda sunnudagsskúlar á dags-túr í Zarepta, kunnu flyta Zarepta eina peningagávu á kontu 6460-156.666.2.
Vegna Zarepta
Jákup N. Olsen